Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2026 18:06

Setið borin í nú!

Lesarabræv

“…Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið”.

Soleiðis ljóðaði í útvarpstíðindini á døgurða í dag. 

Nógv tey seinastu árini havi eg fleiri ferðir verið frammi og víst á tað alneyðuga í, at vit aftur seta gongd á oljuleiting í føroyskum øki. 

Tað sýnist nú, tíbetur, sum at fleiri og fleiri, bæði innan og uttan fyri Løgtingið, eru samd við mær í hesum. Hetta er eisini upp á tíðina. Tí nú mugu vit gera skjótt av og handla. 

Jarðfeingi og Orkan.fo eiga annars eina stóra tøkk fyri teirra ágrýtni og megnar arbeiði gjøgnum árini.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur