Uppgerðin millum mennirnar hjá teimum ljósabláu og myrkabláu, heimaliðið Víking og útiliðið KÍ, endaði við javnleiki 2-2 í undirhaldandi dysti í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld.
Málini hjá heimalíðnum skutu Mikkel Hyllegaard og Arnbjørn Svensson, meðan Odmar Færø og Jóannes Kalsø Danielsen gjørdu málini hjá KÍ.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo


























































