Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2026 15:01

FarGen-dátur geva nýtt innlit í føroyskan íleguarv og heilsu

Heilsustýrið

Nýggj vísindalig grein, sum tekur støði í dátum frá FarGen, vísir, at føroyingar bera fleiri sjáldsom ílegufrábrigdi, sum ikki eru funnin aðrastaðni. Greinin gevur nýtt innlit í føroyskan íleguarv og føroyska søgu.

Granskarar hava á fyrsta sinni greinað heilgenom hjá 40 ónavngivnum føroyingum úr FarGen1-dátugrunninum, sum eru valdir út frá landafrøðiligari bakgrund, soleiðis at øll øki í landinum eru umboðað. Kanningin er fyrsta stig á leiðini at kortleggja føroyska arvamassan. 

Føroyingar hava sjáldsom frábrigdi

Úrslitini vísa, at føroyingar bera fleiri sjáldsom ílegufrábrigdi, sum ikki eru funnin í evropeisku samanberingarbólkunum. Summi av frábrigdunum kunnu hava týdning fyri heilsustøðu og sjúkur. Kanningin staðfestir eisini, at føroyski íleguarvurin vísir týðilig tekin um eina sterka founder effect, sum í stuttum merkir, at sjáldsom ílegufrábrigdi eru rúgvað upp við tíðini og eru vorðin lutfalsliga vanlig hjá eftirkomarunum eftir upprunafólkini í einum øki. Kanningin vísir, at henda ávirkanin er enntá týðiligari hjá føroyingum enn hjá finnum, ið annars ofta verða nevndir sum eitt klassiskt dømi um ein founder-fólkabólk.

Granskararnir funnu harumframt tekin um tillaging til føroyska umhvørvið og siðbundna kostin, millum annað í ílegum, sum hava samband við D-vitamin og upptøku av feitti. Greiningar av fornum DNA-royndum vísa, at føroyski íleguarvurin er at kalla javnt samansettur av ættarbondum til keltiskar fólkabólkar í Vesturevropa og norðurlendskar fólkabólkar frá víkingatíðini.

Størri kanning á veg

Kanningin er tó bert ein byrjan. Dáturnar stava frá FarGen 1, sum savnaði royndir frá 1.500 føroyingum í tíðarskeiðnum 2016-2018. Umframt hetta eru dátur hjá 3.500 luttakarum í FarGen 2 (2022-2025) nú eisini tøkar, og arbeiðið við at lesa heilgenom og greina dátur er í gongd. Hetta verður gjørt sum eitt samstarv millum føroyskar og altjóða granskarar. Væntað verður, at nógv víðkaða dátugrundarlagið fer at geva munandi betri innlit í sambandið millum arv, heilsu og sjúku hjá føroyingum, enn higartil hevur verið tøkt.

Greinin, sum ber heitið “Faroese whole genomes provide insight into ancestry and recent selection”,  varð útgivin fyrr í vikuni í vísindaliga tíðarritinum, eLife, og er tøk her