Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2026 09:22

Veðrið: Fríggjadagin 19. juni

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi, skrivað kl 08:40 

Lítið lot sunnan og av landsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og í støðum mjørka, fyrst yvirhøvur turt, men seinnapartin fer at regna. Í kvøld fer hann í útsynning og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

Sólarris: 03:32 Sólsetur: 23:24