Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2026 20:44

Stórt franskt skip í Djúpunum í dag

Mynd: Torik Rouah

Mong mundu undrast, tá ið tey sóu stóra og undrunarsama skipið koma skúmandi gjøgnum Djúpini seinnapartinn í dag.

Skipið sást ikki á MarineTraffic og eingin kunning er ei heldur komin frá landsins mynduleikum um hvat skip talan er og um hvat ørindini eru í Føroyum.

Sambært Norðlýsinum, so er talan um skipið Monge – eitt av mest serligu skipunum í franska flotanum, eitt hátøkniligt mátingar- og eftirlitsskip, sum verður brúkt til at fylgja við rakettroyndum, missilskipanum og virksemi í rúmdini.

Skipið er 225 metur langt og sjósett í 1990.