Nes kommuna
Gott kvøld øll somul.
Tað er nakað heilt serligt við at standa her við Toftavatn eitt tílíkt summarkvøld. Eftir mínum tykki Føroya vakrasta vatn, og tí nokk eisini tað vatnið í Føroyum, sum er mest avmyndað og málað.
Slík kvøld koma ymisk náttúruminni fram. Kanska minnast vit ein túr í haganum, eina fiskiferð, eina fjallgongu, ella eina útferð ein regndag, tá vit vóru gjøgnumbloytt, men kortini høvdu tað stuttligt.
Náttúran hevur ein serligan hátt at goyma minnir. Ikki í skuffum ella á telefonum, men í hjartanum.
Tað merkiliga er, at nógv av okkara sterkastu minnum eru knýtt at støðum.
Vit kunnu gloyma, hvar vit vóru ella hvat vit ótu til døgurða fyri einari viku síðani, men vit kunnu minnast nágreiniliga, hvussu tað kendist at sita á einum steini við vatnið sum børn. Vit kunnu minnast luktin av vátari mold, fuglaljóði, síli í vatninum ella kensluna av at ganga í hagalynginum.
Náttúran hevur kanska heimsins besta minniskort, og hon krevur hvørki streym ella WIFI. Tey minnir, vit fáa í náttúruni, eru ikki bara hugnaligar myndir úr fortíðini. Tey hjálpa okkum eisini í nútíðini.
Tá lívið gerst ferðmikið, og telefonin ringir, pípar og blinkar uttan íhald, kann eitt gamalt minni um eina løtu í náttúruni, t.d. her við Toftavatn, geva frið. Vit hava øll upplivað tað. Vit koma út í hagan, niðan á eitt fjall ella oman til vatnið, og eftir eina løtu kennist høvdið eitt sindur lættari. Sum um tankarnir fáa meira pláss. Náttúran krevur ikki, at vit svara beinanvegin. Hon sendir ikki áminningar. Hon sigur bara: “Set teg niður eina løtu og hygg.” Tað er kanska eini ráð, vit kundu lagt okkum í geyma.
Men minnir hava eisini týdning fyri framtíðina. Tí tað, vit minnast við gleði, vilja vit ofta varðveita. Um vit hava góð minnir frá náttúruni, vilja vit eisini geva komandi ættarliðum møguleikan at skapa síni egnu minnir.
Tað er torført at siga einum barni frá gleðini við síggja ein svan á vatninum, finna eitt fuglareiður, hoyra fuglasangin, síggja ein tjaldursunga renna eftir sandstrondini ella ganga fram við einum vatni eitt stilt summarkvøld.
Slíkt má upplivast. Tí hevur náttúran ikki bara virði í sjálvari sær. Hon hevur eisini virði sum karmur um menniskjalív. Tað er her, vit læra forvitni. Her læra vit tol. Og her læra vit, at ikki alt veksur líka skjótt.
Vit liva í einari tíð, har nógv skal ganga skjótt. Men náttúran arbeiðir eftir sínari egnu klokku. Grasið veksur ikki skjótari av at taka eina app niður. Tað er kanska líka so gott. Náttúran minnir okkum á, at summi av teimum týdningarmestu tingunum í lívinum taka tíð. Vinarlag tekur tíð. Familja tekur tíð. Kunnleiki tekur tíð. Og góð minnir taka eisini tíð.
Tí eru summarkvøld sum hetta so dýrabar. Tey geva okkum høvi at steðga á og savna løtur, sum kanska einaferð verða minnir. Kanska stendur onkur her um tjúgu ár og minnist júst hetta kvøldið.
Kanska minnist tú ikki sjálva taluna – tað hevði verið ov nógv kravt – men kanska minnist tú ljósið á vatninum, fuglasongin ella samveruna. Og tað er eisini nóg mikið. Tí tá alt kemur til alt, eru tað ofta ikki stóru hendingarnar, vit minnast best. Tað eru tær smáu løturnar: ein gongutúrur, eitt gott prát, eitt barn, sum kastar steinar út í vatnið, ella bara kenslan av at vera til staðar. So lat okkum halda fast í teimum minnunum, sum náttúran gevur okkum. Lat okkum brúka tey sum styrki í nútíðini og sum gávu til framtíðina. Og lat okkum eisini minnast at skapa nýggj minnir – ikki bara taka myndir av teimum. Tí ein telefon kann goyma eina mynd. Men tað er hjartað, sum goymir løtuna.
Tí hava vit menniskju stóra ábyrgd av at varðveita náttúruna og vera góð við hana. Krevur hon ábøtur, hava vit skyldu at bøta uppá og gera batar um ráðiligt er til tað. Ein stórur bati eftir mínum tykki, og tað eru tað nógv, sum eru samd við mær í, er gøtan her um Innara vatn. Eitt fantastiska gott átak sum Runavíkar- og Nes kommunur hava staðið saman um, og sum hevur verið og er til stóra gleði fyri okkum, sum búgva her á leiðini og somuleiðis fyri vitjandi.
Okkara forfedrar hava havt stóran áhuga í, og kent á sær ábyrgd, at røkta náttúruna. Og enn eru eldsálir, sum ganga undan at halda náttúruna viðlíka.
Dømi um hetta kunnu nevnast hólmarnir á Toftavatni.
Nes kommuna hevur fingið skrásett staðarnøvini í kommununi, og finnast tey m.a. á heimasíðuni hjá Nes kommunu, og har kann m.a. lesast um hólmarnar. Janus Jensen hevur skrivað tekstin.
Presthólmur
Á Ytravatni eru tríggir hólmar. Presthólmur, Steinhólmur og Ríshólmur.
Tann syðsti av teimum er Presthólmur. Í bók síni Indberetninger fra en Reise i Færøe, í 1781 og 1782, skrivar Jens Chr. Svabo, at Andreas Diurhuus, sum var sóknarprestur á Nesi frá 1775 til 1814 og próstur frá 1783 til 1814 tók stig til at byggja Presthólm.
Um orsøkina til at presturin og prósturin á Nesi fóru undir at byggja ein hólm á vatninum skrivar Svabo, at sambært Jagtforordningerne og Kammerbefalingen af 1778, var ikki loyvt at skjóta æðu. Men hóast hetta, so hildu menn seg ikki aftur í so máta. Tí var hólmurin hugsaður sum eitt friðskjól hjá æðuni. Hinvegin var spurningurin um at friða æðuna ivaleyst fyrst og fremst ein spurningur um at fáa nóg mikið av æðudúni.
Æðudún var virðismikil vøra tá á døgum. Bøndurnir savnaðu æðudún, bæði til egna nýtslu og til nýtslu sum umbýtisvøra. Hóast æðudún ikki varð selt í handlinum, kundi tað býtast um við aðra virðismikla vøru. Av tí, at hólmarnir á vatninum, sum árini ganga, máast burtur av veðri og vindi, so eru teir uppafturbygdir í fleiri umførum upp ígjøgnum árini.
Umframt Jógvan Ingvard Olsen og Jónsvein Mikkelsen, sum í nýggjari tíð hava gjørt eitt megnar arbeiði við at laða tríggjar av hólmunum uppaftur, so hava eisini onnur fólk givið sítt virðismikla íkast til hetta arbeiðið. Nevnast kann t.d., at einaferð í 1950´unum vóru skúlabørn á Toftum undir leiðslu av Ólavi Hátún, lærara, partur av einum átaki at bøta um Presthólm. Í 1970´unum og fyrst í 1980´unum skipaði Hólmanevndin við Jaspur Hansen, sála, á odda fyri umfatandi endurbyggingararbeiði á hólmunum. Á sama hátt fekk Ernst Hansen skúladreingir at hjálpa sær við at bøta um hólmarnar.
Ríshólmur
Ríshólmur er tann norðasti av teimum trimum hólmunun á Ytravatni. Jens Chr. Svabo skrivar, at pápi fyrrnevnda Andrias Djurhuus, Christian Jensen Djurhuus, sum var sóknarprestur og próstur á Nesi áðrenn sonin, plantaði pálmapíl á Ríshólm. Seinni varð hann eisini gróðursettur á Presthólmi.
Tá Jógvan I. Olsen og Jónsvein Mikkelsen fóru undir at laða hólmarnar á Toftavatni uppaftur, funnu teir bert ein lítlan bøkk við pílavøkstri á Ríshólmi. Á Presthólmi var einki at síggja til hetta.
Eg var so heppin at vera ein av smádreingjunum, sum Jaspur Hansen, ella Debbi, sum vit róptu hann, hevði við sær. Fleiri leygardagar fóru til at arbeiða uppá hómarnar. Fyri okkum smádreingir var hetta stór ein uppliving og eitt minni fyri lívið, og vit kendu okkum sum vaksnar menn, sum gjørdu eitt virðismikið arbeiði.
Hólmurin á Innaravatni hevur eisini sína serligu søgu
Í 1777 gjørdist Christian Pedersen, sum var ættaður úr Lamba, bóndi á Heygsgarði Inni á Toftum. Tá hann festi garðin, fekk hann tríggjar treytir. Um hesar kunnu lesast í bygdasøguni – Nes, Toftir, Saltnes, sum kom út í 2017. Ein treyt var, at hann skuldi gera ein hólm á Toftavatni til friðskjól fyri æðuna. Men hesin Christian gjørdist ikki gamal í bóndastarvinum, hann doyði longu í 1779.
Tá ið Jógvan I. Olsen og Jónsvein Mikkelsen fóru í holt við at laða hólmarnar uppaftur, var hólmurin á Innaravatni mestsum burtur. Tað sást tó týðiliga, at har hevði eitt ávíst arbeiði verið gjørt fyrr.
Niðurstøða teirra var tí, at tað mest sannlíkt hevur verið, at lambamaðurin, sum bert sat við garðinum í tvey ár, ikki hevði fingið stundir at gera arbeiðið liðugt. Teir báðir gjørdu ein part av arbeiðinum við at laða hólmin á Innaravatni upp.
Í 2014 gjørdi Nes kommuna hólmin lidnan, soleiðis sum vit síggja hann í dag. Arbeiðið við hólmanum kom í lag sum ein býtishandil við Jógvan I. Olsen. Kommunan lánti jollu hansara til uppruddingararbeiði við vatnpumpuhúsið á Sandi lítla. Afturfyri lánið av jollini ynskti Jógvan, at kommunan gjørdi hólman á Innara vatni lidnan. Ein sera góður býtishandil og sera gott tiltak. Burturbeindir vórðu rustaðir motorlutir, sum høvdu ligið á Sandi lítla í nógv harrans ár og hólmurin, sum byrjaður varð upp á í uml. 1777 á Innara vatni, varð gjørdur liðugur. Í dag er snøggi hólmurin eitt prýði fyri vatnið.
Tað er at frøast um at hesir hólmar eru varðveittir og í dag so grønir og vakrir á at líta, og eru við til at geva okkara hagafugli betri umstøður at trívast í.
Plantagan
Til seinast eitt ynski og ein áheitan á Nes- og Runavíkar kommunur.
Beint norðanfyri Toftavatn, niðan fyri húsini, sum Símun Hansen bygdi, sum hevur verið Vistarheim og nú fyrisitingarbygningur, sum felagskommunali stovnurin Roðin eigur, er ein lítil innihegna plantaga, sum Símun lat gróðurseta fyri uml. 60 árum síðani. Mær er fortalt, at sonurin, Jóannes Símunarson Hansen, okkara trúfasti harmonuleikari til hesi summarkvøld, hevur sett flestu av trøunum niður.
Fari at heita á kommunurnar at skipa so fyri, at almenn atkoma verður til lítlu plantaguna, so hon kann verða til gleði fyri okkum øll sum búgva her og tey, sum koma at vitja okkum. Ivaleyst skal eitt ávíst arbeiði gerast, áðrenn tað kann lata seg gera, men tað eiga kommunurnar at klára í felag, eins og tær so væl hava gjørt við hesi fantastisku gøtu runt vatnið.
Takk fyri heiðurin at bera nøkur orð fram her í kvøld og takk til kommunurnar fyri at skipa fyri hesum løtunum við Toftavatn.
Minnist til, tað er hjartað, sum goymir løtuna. Takk fyri, og gott summarkvøld.
Toftir 16.06.2026
Jóhs. D.
