Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2026 13:00

Føroyar fingið limaskap í WAGGGS

Skiggjamynd

Tíðindaskriv/ Føroya Skótaráð

Fyrrapartin í dag gjørdist Føroya Skótaráð sjálvstøðugur limur í altjóða skótafelagsskapinum fyri gentuskótar, WAGGGS.

Á aðalfundinum í Siem Reap í Kambodja var full undirtøka fyri umsóknini, sum eisini hevði fingið viðmæli frá nevndini í WAGGGS. 

  • Tað var ein kensluborin løta, tá vit sóu, at øll limalondini tóku undir við at geva okkum limaskap, og vit eru ótrúliga takksamar fyri tann stuðul, sum vit hava fingið – bæði frá nevndini í WAGGGS, men eisini frá donsku skótarørsluni, sum hevur stuðlað okkum í arbeiðinum, sigur Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráð, í stuttari viðmerking úr Kambodja.

Saman við Marokko, sum eisini fekk limaskap á aðalfundinum, gjørdust Føroyar limir nummar 154 og 155 í WAGGGS, ið hevur yvir 11 milliónir gentuskótar sum limir kring allan heim.

Umboðini frá Føroya Skótaráð hava saman við umboðum frá KFUK skótunum og Føroya Skótasambandi seinastu dagarnar gjørt neyðuga krókaprátið á altjóða ráðstevnuni fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar, og tey hava í hesum sambandi eisini víst á tað góða arbeiðið, ið verður gjørt fyri gentuskótar í Føroyum. 

Stórur framdráttur er eisini í føroysku skótarørsluni í løtuni, og vónandi fer nýggi sjálvstøðugi limaskapurin at hava við sær, at føroyska skótarørslan frameftir fer at røkka enn fleiri gentum.

Videobrot frá salinum, tá tað gjørdist greitt, at umsóknin hjá Føroya Skótaráð varð samtykt. Video: Føroya Skótaráð