Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, seinnapartin skýggjað við sólglottum og ælaveður. Í kvøld hækkar hann í norðan og veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot upp í frískan vind norðan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.
Sólarris: 03:35 Sólsetur: 23:18
