Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2026 16:05

Vælkomin á Eystanstevnu

Í vikuskiftinum verður skipað fyri Eystanstevnu. Tað eru lokalu ítróttarfeløgini, sum skipa fyri siðbundnu summarstevnuni.

Stevnuøkið er, eins og seinastu árini, á Heiðavegi áraka Gulu smiðju. Har vera umframt stóra teltið, hoppiborgir, ponyríðing og alskyns til børnini at royna.

Ítrótturin fyllir, sum vera man, nógv. FM-kappróður er leygardagin, og um kvøldið bresta NSÍ og B36 saman í dysti í MeistaraDeildini hjá monnum – hesin dysturin er eisini steypadystur.

Onnur forkunnug ítróttartiltøk eru eisini. Beint eftir setanina fríggjadagin spæla umsitingarnar hjá Runavíkar kommunu og Eysturkommunu steypadyst við Løkin. Støkk bjóðar børnum vælkomnum til Bylgjuland í Bylgjuni. Og á middegi sunnudagin er nýggja svimjihøllin karmur um svimjipartin av triathlonkapping á OL-teininum. Tað er lokala súkklufelagið TROY, sum skipar fyri – og tey skipa eisini fyri sonevndari býarkoyring – criterium – fríggjakvøld. Landsliðsleikarar í hondbólti vitja Bylguna sunnudag seinnapart. Og samstundis verður kappsigling við seglum á fjørðinum.

Tiltøk av meiri mentanarligum slag eru t.d. setanin fríggjadag kl. 17 í skýlinum við Løkin – Arnfinn Langgaard, formaður í ítróttarnevndini setir stevnuna. Gula smiðja hevur konsert við Joe & the Shitboys fríggjakvøld og bæði føroyskt karaoke og Silent Disco leygarkvøld, Die Færøsche polkaband spælir á stevnuøkinum tíðliga leygarkvøld, og annars er teltið á stevnuøkinum karmur um pub quiz og syngið við leygarkvøld. Og sunnukvøldið endar stevnan við einum braki av eini kvøldsetu í Løkshøll.

Um ein gerst svangur á stevnuni verður, umframt lokala kaffisølu til ymsu tiltøkini, víst til nógvu matstovurnar í økinum kring stevnuøkið – upplatingartíðir hjá teimum eru niðanfyri skránna.

Vitja eisini Facebook-síðuna hjá Eystanstevnu fyri at fáa dagførdar upplýsingar undir stevnuni.

Sí alla skránna niðanfyri: