Tíðindaskriv
Tað var væntandi, at áhugin fór at vera stórur fyri stand up showinum “Eitt yndisligt fall” hjá Frank Hvam í Norðurlandahúsinum, men so stóran áhuga høvdu fyrireikararnir hóast alt ikki roknað við.
Tvær sýningar blivu rivnar vekk, áðrenn nakar fekk vent sær.
Tá fyrsta eykasýning bleiv løgd út mánakvøldið, gekk bert ein minuttur, til skipanin meldaði útselt, meðan fyrsta sýningin varð útseld uppá 10 minuttir.
Nógv hava sett seg í samband við EpicLive, ið ikki fingu atgongumerki til sýningarnar. Tí hevur felagið í samráð við Frank Hvam, valt at skipa fyri tveimum eykasýningum, ið verða somu kvøld í Norðurlandahúsinum.
Fríggjakvøld 4. juni 2027, kl. 21.30 og leygarkvøld 5. juni kl. 21.30.
Báðar sýningar verða lagdar út til sølu á nlh.fo í senn, mikudagin 10. juni kl. 18.00.
