Tíðindaskriv/Listasavnið á Sandi
Sunnudagin 14. juni hátíðarhalda vit, at Listasavnið á Sandi fyllir 20 ár, við einum listadegi, har myndlist, tónleikur og upplestur eru á skránni, øll eru vælkomin.
Streingjaspæl við teimum báðum úrmælingunum Heiðrun Petersen og Ragnari Olsen. Bæði hava spælt á savninum gjøgnum árini, og Heiðrun spældi eisini til sjálva upplatingarhátíðina fyri 20 árum síðan.
Ólavur Jøkladal, savnstjóri, bjóðar vælkomin og greiður frá um savnið og søguna um savnið.
Nils Ohrt, listfrøðingur og nevndarlimur setur útvald verk inn í ein listasøguligan kontekst.
Niels Uni Dam, nevndarformaður og skilmaður Sofusar, lesur úr óútgivnu endurminningunum hjá Sofusi
Oddfríður Marni Rasmussen, lokalur rithøvundur, lesur staðbundnar tekstir.
Tiltarkið byrjar kl.15.00. og hendan dagin er ókeypis atgongd.
