Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.06.2026 15:46

Fyrsta spreinging á Niklasmørk (video)

Í dag kl. 14.00 varð sprongt fyri fyrstu ferð í nýggju útstykkingini, sum er á Niklasmørk í Syðrugøtu.

Tað er J&K Petersen sum stendur fyri arbeiðinum.

Sprongt verður 1–2 ferðir um vikuna í einum tíðarskeið á umleið 6 mánaðir. Vegna summarfrítíð verður ikki sprongt í viku 31 og 32.

Sprongt verður aftur í morgin, týsdagin 9. juni, kl. 12.00, upplýsir Eysturkommuna.