Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.06.2026 21:33

Framløga av ættarriti – í bygdahúsinum 9. juni

Týskvøldið 9. juni, kl. 19:00, verður framløga í bygdahúsinum á Strondum av ættarritinum fyri eftirkomararnar hjá Bærent Magnussen og Petronellu Pedersdatter. Teksturin í ættarritinum er samandráttur av framløgunum á ættarstevnuni, sum var í bygdahúsinum 22. apríl 2023.

Í sambandi við framløguna verða stuttar hugleiðingar um ættina, Gerðabátarnar og ættartalvuna. 

Kommunan bjóðar kaffi, te og køkur, og fólk kunnu ogna sær ættarritið fyri 100 krónur. 

Øll eru vælkomin.