Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2026 14:51

DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós – nýggja lagið „Tæt På“ er úti nú

Tíðindaskriv

Elektroniski poppbólkurin DUOPOL hevur givið út nýggja staklagið „Tæt På“, har føroyski tónleikarin Edmund Jacobsen leggur rokkin til síðis (fyri eina stund) og kastar seg út í eitt elektroniskt univers saman við unnustuni Stine Tobiesen.

Nýggja útgávan er fjórða staklagið hjá DUOPOL úr Esbjerg og kom út á teimum vanligu stroymingarpallunum 29. mai. Lagið sameinir popp, disco og synthwave í einum elektroniskum ljóðheimi, sum sambært bólkinum er ætlaður bæði til eftirhugsni og at skrúva upp fyri gleðini.

Fyri føroyskar tónleikafjepparar er talan um eitt heldur óvæntað fet hjá Edmund Jacobsen, sum áður hevur verið kendur úr rokkhøpi sum Chase og Norðkraft.

Nú er el-gittarin skiftur út við synthar og elektroniskar poppdreymar – fyri eina stund ☺️

Frá rokki til synthpopp

DUOPOL varð stovnað í 2024 av Edmund Jacobsen og unnustu hansara, Stine Tobiesen. Verkætlanin byggir á reindyrkaðan elektroniskan popp, har arbeiðsbýtið er greitt. Stine Tobiesen syngur og hevur skrivað tekstin til „Tæt På“, meðan Edmund Jacobsen hevur skrivað tónleikin, spælt ljóðførini og staðið fyri bæði mixi og mastering.

Rokkurin bíðar ikki í allar ævir

Hóast nýggja elektroniska leiðin hevur fingið nógv pláss í seinastuni, bendir einki á, at Edmund Jacobsen hevur lagt rokkin á hillina fyri altíð. 

Sambært honum sjálvum verður hann aftur at hoyra í meira siðbundnum rokktónleiki seinni í ár, millum annað á Ljósfest í Vági og møguliga eisini á øðrum festivalum.