Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 17:18

Árligi arbeiðsdagurin í Nesvík – leygardagin 13. juni

Trúboðin

Árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík verður leygardagin 13. juni. Sum vanligt er tørvur á nógvum hjálpandi hondum, so húsini kunnu gerast klár til summarlegurnar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar – alt frá reingerð og viðlíkahaldi til at lyfta, bera, rudda og skrúva. Her er pláss fyri øllum, og øll kunnu leggja eina hond í – bæði ung og eldri. Saman kunnu vit gera nógv brúkta leguhúsið enn betri at vera í.
 
Dagurin byrjar klokkan 9.00 við morgunmati og eini stuttari andakt. Síðani verður farið til arbeiðis. Døgurði verður á middegi, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.
Undanfarna ár møttu nógv upp, og arbeiðið gekk væl – bæði úti og inni. Vit vóna, at nógv eisini taka lut í ár.

Tilmelding

Fyri at gera matgerðina smidliga, er gott um tú meldar frá luttøku við at senda SMS við navni til tlf 230076 ella við at senda teldupost til sigvald@mission.fo.
 
Vit gleða okkum til ein góðan dag saman – takk, um tú hevur hug at vera við og geva eina hjálpandi hond!

Spjaldur