Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 12:20

Meting fyri viku 24, 2026

Savnsmynd. Eyp.fo

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar mánadagin. Eitt frystilínuskip og tveir ísfiskalínubátar eru við Ísland, eitt er á Flemish Kap og tvey er ávegis til Flemish Kap. Eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar helst síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk.