Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.06.2026 14:15

Stovnsrøkt í skiftandi umhvørvi

Havstovan

Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, sum verður í Kongshøll 8. juni. Burðardygg stovnsrøkt snýr seg um at umsita fiskatilfeingið soleiðis, at tað kann gagna samfelagnum sum mest. Vitan um vistskipanir, havstreymar og veðurlagsbroytingar geva nýggjar møguleikar at skilja og umsita fiskastovnarnar. Bæði føroyskir og útlendskir granskarar fara at viðgera hetta evnið á ráðstevnuni.

Eystrasalt og Ísland

Fyrst greiðir Henrik Svedäng, lektari á svenska havumhvørvisstovninum, SINE, við universitetið í Gøteborg, frá minkingini í toskastovninum í Eystrasalti seinastu áratíggjuni. Meðan minkingin í vestara parti av økinum kemst av ovurfisking, er eystari partur meira samansettur, m.a. færri  gýtingarøki  og broytt vakstrarmynstur hjá ungfiski.

Guðmundur Þórðarson, Ph.D. og leiðari fyri íslendsku strandarlandasamráðingarnar fyri uppsjóvarfisk, fer at tosa um umsitingarætlanina fyri tosk. Íslendski toskafiskiskapurin minkaði nógv frá 50-unum, og niðurgongdin steðgaði ikki fyrr enn í 90-unum, tá ið avmarkingar vórðu settar á veiðuna. Greitt verður eisini frá samanspælinum millum politikk, ídnað og vísind í Íslandi.

Føroyskir granskarar

Tveir føroyskir granskarar eru á røðaralistanum um hetta evnið. Hjálmar Hátún, Ph.D. og havfrøðingur á Havstovuni, greiðir frá, hvussu havstreymar og veðurlagsbroytingar ávirka føðina í sjónum, og harvið eisini fiska- og fuglastovnar. Sostatt er tað ikki bara veiðitrýst, sum ávirkar gongd í fiskastovnum, og tí er neyðugt at taka atlit til hesi viðurskifti, tá vit umsita fiskastovnarnar.

Helga Bára Mohr Vang, lívfrøðingur og granskari á Havstovuni, leggur fram um føroysku botnfiskastovnarnar. Framløgan nertir við, hvørjar møguleikar og avbjóðingar vit hava í umsitingini av botnfiski í framtíðini, har burðardyggur fiskiskapur í einum broytiligum umhvørvi er ein høvuðstáttur. Fyri at umsita stovnarnar væl, mugu vit sostatt bæði hyggja at fiskiskapi og støðuni í vistskipanini og fylgja við umhvørvisbroytingum.

Skrá og tilmelding

Ráðstevnan í Kongshøll byrjar kl. 8.00 og endar kl. 15.45. Tiltakið er alment og ókeypis. Tó er neyðugt at melda til. Her ber til at síggja skrá og melda til.

Tað er føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni. Endamálið er at viðgera, hvussu framtíðar samfeløg kunnu fáa mest virði burtur úr havsins tilfeingi.

Spjaldur