Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2026 19:24

Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á Posta

Edvard Remberg, stjóri á Posta og Jákup Pauli Johansen, sum hevur 50 ára starvsdag. Jákup Pauli hevur fingið heiðurstekin frá kongi sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.  Mynd: Posta

Tíðindaskriv/ Posta

Vit hava í dag hátíðarhildið, at Jákup Pauli Johansen hevur verið í starvi sum postboð á Posta í heili 50 ár.

Í sambandi við stóra dagin hevur Jákup Pauli fingið heiðurstekin frá kongi, Den Kongelige Belønningsmedalje, sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.

Jákup Pauli byrjaði sum postboð í 1976, tá nógvur postur varð borin út til gongu, og hann var tá bert 17 ára gamal. Í dag kennir hann hvønn ein postkassa í Stremoynni og ger eitt framúr arbeiði óansæð veður og vind. Hvønn dag í árinum.

Posta takkar Jákupi Paula fyri øll árini, fyri ídni og tað arbeiði sum hann hevur gjørt, og framvegis ger fyri viðskiftafólk, og ynskir honum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Spjaldur