Tíðindaskriv/Bókadeild Føroya Lærafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm nýggjar bøkur á føroyskum út til børn og ung í ársins triðja bókaumfari. Serliga áhugaverdar hetta umfarið eru upprunaføroysku bøkurnar Heimalambið Nella og Sukurvatt. Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Heimalambið Nella
Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.
„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.
Les stuttligu søguna um Nellu, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.
Bókin er innbundin, 76 síður og til børn uml. 6-9 ár.
Prísur: 225,-

Sukurvatt
“Hjálp, kom og hjálp mær!” hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um allan kjallaran. Hvør er hatta, sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt niðri í vaskinum.
Elsubeth M. Fossádal hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur gjørt myndirnar.
Bókin er innbundin, 32 síður og til børn uml. 2-5 ár.
Prísur: 199 kr.

Fantus – Nú roksar tú, Fílur!
Tað er nógv stuttligari at busta føtur enn at busta tenn. Skógvarnir rigga nógv betur á hondunum – og skal blæan altíð vera á rumpuni? Hygg undir klaffarnar og síggj, hvussu Fílur roksar allan dagin.
Ein stuttlig peikibók við stórum klaffum á øllum síðum!
Bókin er pappbók, 12 síður og til børn 0-1 ár.
Prísur: 125,-
Norðlýsi 3 og 4
Norðlýsi-bøkurnar hava ligið ovast á metsølulistunum í Noregi líka síðani fyrsta bókin kom í 2018. Tann bókin vann ikki minni enn tríggjar virðislønir, Arks barnebokpris, Pondus-prisen og Barnas bokpris.
Malin Falch (f. 1993) hevur skrivað og teknað røðina Norðlýsi við íblástri úr norskum ævintýrum. Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr norskum.

Norðlýsi 3 – Krákusystrarnar
Gátuføra fjallafólkið tekur væl ímóti Sonju, Bjarnari og Lottu. Bygdin er á tremur við hentum gandi og vinaligum fólkum. Allíkavæl fær Sonja frænir av, at teirra leiðari, Ravdna, fjalir eitt myrkt loyndarmál.
Bókin er heft, 192 síður og til børn og ung uml. 10-13 ár.
Prísur: 189,-

Norðlýsi 4 – Trøllaríkið
Sonja, Espen og Lotta fara á eina vandamikla ferð inn í trøllafjallið. Ein óvæntaður hjálpari kemur við, men hóast allar góðar kreftir, ber tað so til at vinna á risastóru trøllunum og sleppa livandi út aftur úr fjallinum?
Bókin er heft, 176 síður og til børn og ung uml. 10-13 ár.
Prísur: 189,-