Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Tá líður á fyrrapartin dregur á luftina, og tað fer at regna. Fyrst norðanfyri. Seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld hálvskýggjað og turt. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 2 til 8 stig.
Sólarris: 04:40 Sólsetur: 22:07
