Tíðindaskriv/ Etasjan
Leygarkvøldið tann 9. mai kl 22.00 verður eina sera forkunnug solokonsert í Etasjuni í Fuglafirði, har útgávuaktuelli, HANS ANDRIAS fer at framføra egin løg.
Etasjan
Etasjan er eitt skeinkistað í Fuglafirði, sum varð heildarumvælt og lat upp í nýggjum hami í mai mánaði í 2025. Etasjan er opin hvørt leygar- og sunnukvøld, har skráin bjóðar uppá ymiskt, alt frá quiz til livandi tónleik til kappingar innan sjavs, poker, pool og so eru konsertir á skránni inn ímillum eisini. Støkk-upp tiltøk eru eisini aðrar dagar, tá okkurt serligt er á skránni.
Tónleikararnir sum hava framført við konsertum í Etasjuni inntil víðari eru: Marius Ziska, Jógvan, Guðrið Hansdóttir, SWAY og nú verður tað so HANS ANDRIAS sum framførir leygarkvøldið. Konsertirnar hava verið sera væl móttiknar og hava eydnast ómetaliga væl.
HANS ANDRIAS
HANS ANDRIAS er í løtuni útgávuaktuellur við spildurnýggja lagnum, Dreymurin, sum er komin út í dag. Hann gjørdist vinnari av Sement kappingini í 2025 og tá søgdu dómararnir m.a. at “hann hevur internationalt støði, kann spæla allastaðni í heiminum, bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”. HANS ANDRIAS hevur givið út heildarútgávuna, Vision í 2016 og hevur nøkur stakløg á baki afturat. Tónleikurin er inniligur og samstundis eitt sindur Americana kendur, við gittarspæli á høgum støðið og til tíðir krydda við fóttrummu og munnhørpu. Vit gleða okkum sera nógv at taka ímóti HANS ANDRIAS í Etasjuni og vit vita eisini, at hann er ómetaliga spentur uppá at framføra í Fuglafirði leygarkvøldið.
Tú kanst ogna tær atgongumerki á bert 150,- á atgongumerki.fo og tað er sera avmarkað nøgd av atgongumerkjum.
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
