Tíðindaskriv/Miðflokkurin
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.
Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.
Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.
Skráin fyri landsfundin:
9:00 Morgunmatur
9:45 Andakt
10:00 Aðalfundur og formansfrágreiðing
11:00 Politiskt orðaskifti
12:00 Steðgur og døgurði
14:00 Almenn móttøka í samband við formansskiftið
16:00 Liðugt
