Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2026 15:46

Nógvir kendir og sera spennandi nýggir tónleikarar á bátafestivali á Toftum

Tíðindaskriv/ Bátafestivalurin á Toftum

Tað verður ein sonn frøði at koma til tónleikaframførslurnar við kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin. Sjálvandi verður onkur spennandi toftanøvn, Arne Carlsen og sjálvandi kemur unga songkvinnan Jóhanna Sámalsdóttir at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.

Fyrireikararnir hava altíð syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður, men í ár er gjørt uppaftur meira burtur úr hesum partinum.

Eftir at festivalurin er settur og fólki komi væl tilrættis á festivaløkinum, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.00, har 6 tónleikaframførslur vera.

Jón Eliassen leggur fyri við at syngja, og eftir hann, kl.15.45, kemur 2SOME við lokala Arna Carlsen og teirra fantastiska góða tónleiki.

Eftir hetta kl.16.45 kemur ungi tónleikaspírin Bjarki V. Trondesen at syngja fyri fjøldini og tónleikaskráin er óendaliga góð, tí klokkan 17.30 fara vit at hoyra lokalu Jóhannu Sámalsdóttir framføra við síni vøkru rødd.

Kendi føroyski Kim Hansen trínur á páll kl.18.15 og kemur at hugtakað fólki við sínum tónum. Kl.19.00 kemur Lív Næs saman við Tróndur Enni, at framføra teirra deiligu tónar.

Frá klokkan 20.00 verur tað Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum samlar nógv fólk við teirra “syngi við” tónleiki, sum kemur at spæla, áðrenn dansurin við við Halluri Joensen er á skrá.

Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin 2. mai.