Eiðis kommuna
Merkið varð viðurkent sum almenna flaggið hjá føroyingum hin 25. apríl 1940. Longu árið eftir varð fyrsta flaggdagshald hildi á Eiði.
Í 2026 hevur Merkið tískil verið hátíðarhildið á Eiði í 85 ár.
Sum vant byrjaði skrúgongan niðri í Múlavík. Umboð fyri Eiðis bóltfelag, ið samskipar tiltakið, gingu fremst. Veðrið var heilt gott hendan leygardagin, tó at tað var heldur kølið.
Gingið var úr Múlavík, niðan Brekkuveg, runt sving, og oman í Hólman, har ein fjøld longu var savnað saman. Eiðis Ljómfelag spældi undir, og var hetta væl frágingið, eins og undanfarin ár.
Tey spældu undir til Sjá tú Blánar og Tú Alfagra Land Mítt.
Sunnuva Vesturdal, forkvinna í EB, bjóðaði vælkomin, segði frá skránni og gav síðani orðið víðari til Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóra, ið helt ársins flaggdagsrøðu. Les røðuna her.
Eftir útgongu varð skipað fyri tombola í Hólmahúsinum.













Myndir: Eiðis kommuna