Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2026 17:04

Býráðsfundur í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Mánadagin 27. apríl 2026 kl. 17:00 verður býráðsfundur í býráðssalinum á Oyrarbakka

Á skránni eru hesi mál:

  • Umsókn at broyta lendi matr. nr. 31t Norðskáli frá Landbúnaðarjørð til (B)bústaðarøki
  • Byggiloyvi til hoyggjhús á matr. nr. 83a, Oyri
  • Asfaltering av vinnuøki 10aq og umsókn um fyribils øki til arbeiði er gjørt
  • Adressur á havnalagnum í Hvalvík
  • Keyp av jørð til grundstykkið í Streymnesi
  • Marknaumskipan millum matr.nr. 90m, 90g og 90a í Streymnesi
  • Keyp av 20b, Hósvík
  • Grassláing og røkt – Kirkjugarðar og minnisvarðar- Barnagarðar – fríøkir – húsatekir – Týning av skøru 2026
  • Tillaging og broytingar á sløkkiliðsstøðini á Oyrarbakka við kostnaðarmeting
  • Ferðsluviðurskiftir við landsveg til neystagøtu í Hósvík
  • Fulltrú til undirskrivan av skjølum hjá Sunda kommunu frá apríl 2026

Fundurin verður stroymdur beinleiðis. Fylg stroymingini her.