Tíðindaskriv/ Country Festivalurin
JA tit hoyra rætt – Sommerson Band v/Annfinn Sommerson og manning, verða á Country Festivalinum 2026. Og man ikki ‘Dungasandur’, sum í 2022 varð gjørdur til Country Festivalin, fara at runga í hátalarunum á Dungasandi?
Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo
‘Dungasandur’ varð sera væl dámdur, tí eisini útlendskir fyrispurningar komu dagliga inn til teir, um hví sangurin ikki eisini var innspældur á enskum. Annfinn setti sær tí fyri at umseta tekstin, og í 2025 kom sangurin út á enskum. ‘Dungasandur’ gjørdist til “Country Came to My Town”.
Tónleikararnir, sum í dag manna Sommerson Band, hava allir spælt tónleik síðani fyrst í 90’inum, við ymiskum bólkum. Tí kunnu teir spæla sera fjølbroyttan og væl-svingandi tónleik.
Síðani 2022 hevur manningin verið hendan:
Annfinn Sommerson – Trummur/sang
Kari Olsen – Bass/kór
Sámal Lindenskov – El-Guitar/kór
Sommerson Band hava síðan í 2022 givið hesi stakløg út:
2022 ‘Dungasand’
2023 ‘Vandaleið’
2024 ‘Mouritzen og eg’
2025 ‘Country Came to My Town’
“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”
