Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 22:18

Útróðrarbátur uppsteðgaður norður úr Stakkinum

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

MRCC fekk eina fráboðan á middegið í dag, at ein einsamallur maður umborða á einum útróðarabáti hevði fingið trupuleikar við motorinum og hevði brúk fyri hjálp. Útróðrarbáturin var tá staddur uml. 1/2 fjórðing norður úr Stakkinum.

Rescue Vón varð sendur avstað eftir bátinum og fekk hann trygt inn til Eiðis.