Mentanarvikan 2026
Í dag, týsdag 21. apríl, kl. 16.30 verður útiframsýningin um tann føroyska bátin sjósett við Doktaragarðin við bátahylin í Runavík. Við framsýningini verður sjóneykan sett á vakra bátin og siðaarvin hjá bátinum, sum í 2021 varð innskrivaður á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini.
Rógvi Nybo, trivnaðar- og mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, setur framsýningina.
Framsýningin er eisini at síggja á grøna økinum millum Føroya Tele og Bláa Kross.
Í samband við hetta verður tiltak í Borg á Glyvrum í kvøld, týskvøldið 21. apríl kl. 19.00, har føroyski bátin verður umrøddur við framløgum, kjaki og pallborði. Les meira her
