Tíðindaskriv/Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon
Nú dagarnir gerast longri og várið er komið, gleðast vit um at kunna bjóða vælkomin til fyrstu kappingina hjá SST (Sersambandi fyri súkkling og triathlon) í 2026.
Sunnudagin 26. apríl verður FM kapping í duathlon hildin á Viðareiði. Kappingin fevnir um hesar greinar: Fyrst verður runnið 5km, síðani súkklað 24km, og at enda runnið 2km.
Kappingin byrjar kl.15:00, og innskriving verður kl.14:00.
Hetta er fyrsta kappingin hjá SST í ár og partur av einari røð av spennandi kappingum kring landið, sum SST samskipar í samstarv við feløgini.
SST arbeiðir miðvíst við at menna súkkling og triathlon í Føroyum. Ein partur av hesum arbeiði er ein greið visión fyri menningina av ítróttunum, sum kann lesast her:
https://www.sst.fo/sst/sst-vison/
Kappingarkalendarin fyri restina av 2026 sæst her og verður dagførdur leypandi:
https://www.sst.fo/kalendari/
Vit vóna at síggja spentar luttakarar og glaðar áskoðarar á Viðareiði sunnudagin 26. apríl!
