Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2026 11:37

Mentanarvikan 2026: Fyrsti dagurin var í gjár

Mynd: Mentanarvika 2026

Mentanarvikan 2026

Mentanarvikan 2026 varð sett í Gulu Smiðju. Fyrsti dagurin hevði millum annað at bjóða uppá konsert við Tórshavnar Manskóri í kirkjuni á Skála og søgugongu og føroyskan dans í Funningi.

Fleiri framsýningar lótu upp; listaframsýningar í Glyvra kirkju, í Gróthúsinum á Skipanesi og í køkinum í Gulu Smiðju. Í bygdarsalinum á Skála var framsýning av ymiskum handverki og kreaverkstaður á skránni.

Ein hendingarík vika er fyri framman í Runavíkar kommunu, og vit gleða okkum til fleiri áhugaverd tiltøk í morgin.

Skráin er at finna á mv.fo

Myndir: Mentanarvikan í Runavík 2026