Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2026 22:04

Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Tíðindaskriv/ Gamla seglhúsið

Sunnudagin 19. apríl 2026 letur upp listaframsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering við lættari ábiti og tónleiki verður kl. 16:00 og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt,  Klaksvíksvegur 48 í Klaksvík.

Framsýningin umfatar málningar og vatnlitamyndir, og er talan um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til hálvan mai mánaða.

Eyðun av Reyni hevur útbúgving frá Askou-Jensens Tegnesk., Kbh. 1971-72; Kunstakad. Kbh., malersk., (Wilhelm Freddie) 1972-78.

Hjartaliga vælkomin