Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2026 11:57

Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum

Runavíkar kommuna

Til ber at melda seg til tvey skeið í Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavík, ið verða nú í vár og í summar. Annað teirra er “Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum” og hitt er “Fuglar í nærumhvørvinum”.

“Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum” er ætlaður næmingum í 3., 4. og 5. flokki, og tað eru Sára Mrdalo og Pálin Olsen, lærarar, ið standa fyri lesibólkinum, ið vónandi er byrjanin til ein hugnaligan bókaklubba fyri børn og foreldur í Bókasavninum við Løkin.

Børn og vaksin, ið eru saman við teimum, hittast einaferð um mánaðin saman við lærarunum báðum. Í fyrstu atløgu verður tiltakið tvær ferðir áðrenn summarsteðgin: mánadagarnar 27. apríl og 1. juni kl. 18.00-20.00 í Bókasavninum við Løkin..

Endamálið er at skapa ein felagsskap, har vaksin og børn kunnu njóta lesingina saman og fáa góðar løtur við bókum, práti og hugnaligum virksemi. Hetta er eitt stað, har lesihugur og forvitni kunnu vaksa, og har bæði børn og foreldur kunnu menna góðar lesivanar – í felag.

Tiltakið er ókeypis, men har krevst ein tilmelding inni á kurk.fo.

“Fuglar í nærumhvørvinum” er eitt skeið við Silasi Olofson, fuglakønum, ið setir sjóneykuna á fuglalívið í nærumhvørvinum; t.e. við Toftavatn og kring Skálafjørðin.

Toftavatn er ein av heilt serstøku náttúruperlunum í Føroyum, og har sæst altíð fuglur. Umframt vanlig sløg, so sum grágæs, villdunnur, trøllentur og másar, so kunnu eisini minni vanlig og sjáldsom sløg síggjast. Lómur og gjør vitja á vatninum av og á, og eisini eru grábøka, sjógvhøna og reyðspógvi sædd har, umframt nógv annað spennandi.

Skálafjørðurin er Føroya størsti fjørður, og hann hýsir nógvum fuglasløgum, sum eru tongd at sjónum. Hetta skeiðið snýr seg um teir fuglarnar, og inniber bæði ein kunningarpart, sum lýsir sløgini í útsjónd og livihátti, og ein útferðarpart, har møguleiki verður at síggja og eyðmerkja nøkur av hesum sløgunum. Skeiðið er leygardagarnar 2. og 9. mai kl. 10.00 – 15.00. Tilmelding fer fram inni á kurk.fo

Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu