Stutt fyri kl 08.30 í gjár vóru boð eftir bjargingarbátinum Rescue Vón.
Ein útróðrarbátur var uppsteðgaður umleið 15 fjórðingar norður úr Eiðiskolli, og hevði brúk fyri sleipi til lands.
Kl 08.40 fór Rescue Vón av Eiði og var aftur á Eiði við útróðrarbátinum kl 13.45.
