Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 08:41

Støkk verið til Easter Cup 2026

Mynd: Støkk

Fimleikafelagið Støkk

Um páskirnar hava Smágentur Vióla og Vípan, Gentur Lilja og Svalan, og Kvinnur Rósan luttikið í estetisku kappingini Easter Cup í Greve.

Øll liðini høvdu sera flottar og sannførandi framførslur, og tað var ein fragd at síggja teirra menning á gólvinum.

Víðari til finaluna komu Smágentur Vióla, Gentur Lilja og Kvinnur Rósan. Í finaluni megnaðu tær at aftur at levera sannførandi framførslur, og úrslitini vóru sera góð.

Túrurin eydnaðist avbera væl, og hava allir íðkarar, venjarar og samskiparar fingið nógv góð minni og upplivingar við heim.

Myndir: Støkk