Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 08:34

Kamping á Bátafestivalinum á Toftum 2026

Bátafestivalurin á Toftum

Bátafestivalurin á Toftum bjóðar aftur kamping frá 30.apríl til 3.mai. Eins og undanfarin ár er økið á havnalagnum til kampingvognar og kampingbilar.

Eins og í fjør skal eitt talgilt tilmeldingarskjal útfyllast. Niðanfyri er ein leinkja, ið tit trýsta á, síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, ið tit útfylla fyri at melda tykkara kampingvogn ella kampingbil til:

https://forms.cloud.microsoft/Pages/ResponsePage.aspx…

Nærri kunning kemur eftir tilmeldingarfreistina í er 29.apríl kl.18.00.

Væntandi verður økið opið frá hóskvøldinum 30.apríl kl.18.00.

Vónandi fáa tit ein góðan bátafestival 2026.