Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.04.2026 22:56

ADHDvitan tiltak

Tíðindaskriv/ADHD felagið

ADHDvitan eru evnisdagar, har vit bjóða granskarum, fakfólkum og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið hava við ADHD at gera.

Okkara næsta tiltak verður:

Leygardagin tann 11. apríl kl. 15:00-17:45 í auluni á Finsen í Havn.

Tórunn H. Ósá leggur fram nýggj tøl úr sínari Ph.d.-verkætlan.

Tórunn er RN, cand.scient.soc., námslektari og Ph.d.-lesandi, og granskar í børnum við neurologiskum sjúkum í Føroyum – serliga svøvntrupulleikum hjá børnum við NDD. NDD (nevroútviklingstrupulleikar) er eitt felagsheiti fyri ymiskar diagnosur, sum ávirka menningina hjá børnum – til dømis ADHD og autisma.

Tórunn fer millum annað at greiða frá títtleikanum av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum frá 2004 til 2022, og hvørjar fylgisjúkur kunnu standast, tá útgreiningin kemur ov seint.

Samstundis vísir granskingin á týdningin av, at seta inn so tíðliga sum gjørligt – bæði fyri einstaka menniskjað og samfelagið.

Við hesi Ph.d.-granskingini fáa vit lokalt grundað hagtøl, djypri innlit og betri amboð, sum kunnu hjálpa okkum at seta inn við meira neyvum og røttum átøkum til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum.

Endamálið við ADHDvitan er, at breiða nýggjastu granskingina og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.

ADHDvitan er sostatt ein virðismikið og týdningarmikil liður í okkara arbeiði at breiða ADHDtilvit.

Vit bjóða granskarum, fakfólki & øðrum lyklapersónum, at fara í djúpdina innan evnir, ið eru við til at hjálpa børnum við ADHD/ADD.

Málbólkurin eru øll, ið hava áhuga ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD.

Okkara ynski við nýggja átakið er, at breiða út nýggjastu granskingina og fakligu vitanina umADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.

TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Spjaldur