Sjóvar kommuna & Stranda sangkór
Mikudagin 15. apríl kl. 19 verður árliga syng-við tiltakið, “Vár við lýggjum vindi”, sum Sjóvar kommuna og Stranda sangkór í felag skipa fyri, í bygdahúsinum á Strondum.
Á skránni verður felagssangur, kórsangur og ein kaffimuður.
Tiltakið er alment og ókeypis.
