Tíðindaskriv
Føroyahúsið í keypmannahavn húsar alment og ókeypis 75 ára føðingardag og stórt hátíðarhald fyri Stanley Samuelsen fríggjakvøldið 1. mai 2026 við stuðul, sjálvbodnum og stórum fyrireikingum.
Stanley er framvegis virkin við konsertum bæði privat og alment í Føroyum og í Danmark, har hann hevur búð í 56 ár. Konan Merete Messmann hongur væl í við stuðli, koyring, booking og áhuga.
Saman gleða tey seg til stóra føðingardagin og eru sera takksom fyri dygga stuðulin úr Fuglafirði og úr grannabygum til hendingarríka tiltakið.
Trubadururin og útisetin Stanley Samuelsen fekk vakrasta heiður á tónleikatiltakinum FMA 2026.
Sí meira á:
https://facebook.com/events/s/75-ara-f%C3%B8%C3%B0ingardagur-og-hati%C3%B0a/26605056195786095

