Tíðindaskriv/Autismufelagið
Í dag 2. apríl er altjóða autismudagur, og Autismufelagið nýtir tí høvi at markera dagin við at seta sjóneykuna á autismu.
Aftur í ár er Tinghúsvøllurin prýddur við brandgulu puslispælsprikkunum, sum er eitt merki fyri autismu.
Tað serliga við hesum autismudegnum er, at hann liggur beint eftir eitt Løgtingsval; mitt meðan flokkar sita og royna at finna fram til, hvat teir ætla at arbeiða við komandi fýra árini.
Vit vóna sjálvandi, at allir flokkarnir minnast til okkum í arbeiðinum komandi fýra árini. Vit vóna at fáa nógv góð høvi at arbeiða saman við nývalda Løgtingi hesi komandi árini og saman finna loysnir uppá tær avbjóðingar, vit tíverri enn hava á økinum.
Autismufelagið ynskir øllum ein góðan autismudag og einar gleðiligar páskir.
