Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2026 11:48

Stuttur túrur á Bankanum

Havstovan

Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar.

Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin av hýsuni millum 40 og 50 cm (Mynd 2). Nøgdin av toski er á sama støði sum síðstu árini (Mynd 1), og tó varð nakað meira fingið av smærra toskinum í mun til síðstu árini (Mynd 2).

Mynd 1: Nøgdin (kg pr. tíma) av toski og hýsu (størri enn 45 cm) í yvirlitstrolingunum á føroyska landgrunninum í tíðarskeiðinum 1994-2025. Árini 2004 og 2005 mangla, av tí at ongin yvirlitstroling á Føroyabanka var um várið hesi árini. Fyri 2026 er nøgdin frá ótiknum støðum mett út frá úrslitum fyri 2022-2025.

Mynd 2: Hýsa (grønt) og toskur (blátt) . Longdarbýti á Føroyabanka á vári í 2026.

Bæði toskur og hýsa eru rakari enn tey hava verið síðstu árini (Mynd 3), og var heldur lítið av føði í magakanningunum. Hetta gevur ábendingar um, at tað er minni av føði hjá fiskinum á Bankanum í løtuni.

Mynd 3: Konditionsfaktor fyri tosk og hýsu um várið á Føroyabanka árini 1994-2025, undantikið 1996, 2004 og 2005.

Av tí at so fáar støðir vórðu tiknar, eru úrslitini frá túrinum í ár nakað óviss. Tó bleiv alt gýtingarøkið hjá toski kannað, og tí eru úrslitini fyri tosk meira eftirfarandi enn fyri t.d. hýsu. Hetta kemst av, at toskur er savnaður á grynsta partinum av Bankanum um várið, meðan hýsan er meira spjadd um Bankan.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Spjaldur