Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2026 12:50

Nýggi Fagraberg: Røðan hjá borgarstjóranum

Røðan sum borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, helt tá ið nýggi Fagraberg om til Fuglafjarðar í dag.

-Góðan dag øll ið møtt eru upp í dag til móttøkuna av Fagraberg.

Fyrst av øllum fari eg at ynskja Framherja, skipara og manning hjartaliga til lukku við nýggja Fagraberg og vælkomnir heim til heimstaðin Fuglafjørð. 

Tað er enn einaferð við stoltleika, at eg sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, standi her í dag og fái høvi at siga nøkur orð, nú nýggi Fagraberg er komin.

At vera borgarstjóri í einari kommunu, sum hevur eitt so stórt og ríkt vinnulív, sum Fuglafjørður, er ein framíhjárættur, sum eg eri sera sera takksamur fyri.

Sum flest øllum kunnugt, er Fuglafjørður fiskivinnuhøvðusstaðurin í Føroyum, tá tað kemur til landaði tons yvir kajkant.

Tað er nokk fá støð í norðanlondum, har fleiri tons av rávøru árliga koma uppá land, enn í Fuglafirði.

Fuglafjørður kom rættuliga á Føroyakortið, tá føroyska samfelagið, í 1800´ talinum, flutti seg frá bónda til fiskivinnusamfelag. 

Fleiri persónar, við áhuga í fiskivinnu, fluttu til bygdina seinast í 1800 talinum og fyrst í 1900 talinum.

Eg kann nevna S.P. Petersen í 1887 og Haraldsen í 1914.

Hesir eru í dag nokk teir kendastu. Men tað vóru fleiri aðrir í eisini komu til Fuglafjarðar í 1900 talinum, at dríva handil og fiskivinnu, við virkið á landi og við egnum skipum, sum landaðu til virki teirra.

Hetta virksemið hjá øllum teimun, í okkum eru undan farin, hevur givið gróðrarbotn til okkum, sum í dag liva og virka í Fuglafirði og á Føroyalandi.

Fram til 1966, var tað mest toskurin í gav arbeiði til bygdafólki, nakað av sildaarbeiði var eisini. 

Men aftaná, at Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini tann 30. juni í 1966, byrjaði lýsi- og mjølframleiðslan meira og meira at mynda bygdamyndina, har uppisjóarvinna og framleiðslan, saman við aðrari vinnu, blíva ein av teimun trimun grundsúlunum undir Fuglafirði.

Grundsúlurnar sum eru Vinnan, Vitan og Mentan

Eitt felag, sum er ein stórur viðspælari til sterku ”Vinnu” grundsúluna, er virksemið hjá Framherja og skipum teirra.

Sum vit nokk flest øll vita, kemur Annfinn úr eini skipara og reiðara familju, og hevur roynt sjólívið.

Elisabeth kemur úr eini familju, har Havsbrún og seinri Føroya Fiskamarknaður, myndaði dagligdagin og sjálv hevur hon verið fyristøðufólk á H&F flakavirki, sum var í bygdini fram til fyrst í 1990 árini.

Hesin uppvøkstur hevur nokk birt neistan til tað, tey hava bygt upp fram til dagin í dag.

Børnini eru nú byrjaði at yvirtaka virksemið og bera stafettina víðari.

Eg havi ikki grønar fingrar, men mær er sagt, at tá ein plantar eitt træ, skal ein vera tolin, tí træið festur fyrst røtur niðureftir, áðrenn tað byrjar at vaksa seg uppeftir.

Hettar kann gott yvirførast til virksemið hjá Framherja. 

Fyrsta skipi tey keyptu var Akraberg í 1994.

Tá gróðursettu tey træið, sum nú hevur fest røtur og vaksið seg sterkt og stórt við nógvum greinum. 

Tann seinasta greinin á stammuni er nýggi Fagraberg, eitt stásiligt uppisjóarskip.

Í dag eigur felagið 7 framkomin skip, og 2 nýggj eru ávegis. Frystitrolarin Lerkur og avloysari fyri líniskipið Stapan. 

Felagið eigur eisini í nógvum virksemið á landi, millum annað í Fuglafirði eigur felagið í Bergfrost, Pelagos og Ennibryggjuni.

Ein kann ikki annað siga ”Væl var gróðursett” træið ber nú fruktirnar.

Tá Framherji sá dagsins ljós, var tað ikki í teimum ljósu vinnudøgum, tá pílar peika uppeftir. Eg vildi heldur sagt, at pílarnir tá peikaðu niðureftir. 

Tá gekk illa at mannað skipini og uppisjóarskipini var einki undantak.

Men tey bæði sóu ljósið fyri endan av tunnlinum, tað ljós ið vit onnur ikki sóu.

Framherji kom inn í uppisjóarvinnuna í 1998. 

Í 2006 keypti Framherji Krúnborg, sum fekk navnið Fagraberg, sum í dag blívur avloystur av nýggja Fagraberg.

Hettar er ikki nakað sum kemur av sær sjálvum, men krevur, at vit á Føroya landi hava framsíggin fólk, sum allatíðina vilja flyta seg fram á leið, og ikki lenað seg afturá, hóast alt gongur væl. 

Tey vilja byggja land

Tey líta frameftir, brynja seg til at taka ímóti tí ókendu framtíð, sum eingin kann forútsiga, men vónað, at framtíðin kemur at geva tað, ið magafornemmilsi er. 

Gamli Fagraberg, sum í dag fær sín avloysara, varð ein sera sera stórur viðspælari, øll árini skipið tænti felagnum. 

Tað hevur altíð verið spennandi at fylgt við gongdini hjá skipabólkum og hvussu einstøk skip hava staðið seg í kappingini, til at vera við, har ið tað er stuttligt at vera. 

Í hesi kapping hava skipini hjá Framherja ikki smæst burtur ímillum, og har hevur Gamli Fagraberg staðið seg sera væl øll árini og vunni 1. plássi fleiri ferðir, tá tað kemur til mongd ella virði. 

Tað er eisini við stoltleika, tá eg hoyri persónar, við røttum ryggið siga, at teir sigla við einum av skipunum hjá Framherja.

Eg vil vegna kommununa rósa og takka reiðarínum fyri, at tað hugsar um okkara borgara, serliga okkara ungu, og gevur teimun møguleikan, at velja sjógvin sum livibreyð

Sum kommuna, eru vit við spælara í einum parti av virkseminum á landi. 

Har muga vit, til tíðir, kýta okkum fyri at fylgja við, til at skapa góðar karmar og umstøður. 

Eg má ásannað, at oftani er ringt at fylgja við, ja ein følur sum ein rennur aftaná, ferðin er til tíðir høg, ja stutt er frá hugsan til veruleika. 

Til tíðir kundi eg ynskt mær at haft eina glasskúlu og sæð hvat lág fyri framman, men tá hevði nokk spenningurin og tað ókenda veri burtur, um ein kendi framtíðina

Við hesum fáu orðum, vil eg vegna Fuglafjarðar kommunu, ynskja Fagraberg, skipara, manning og Framherja, góða eydnu og Guds signing, við bøn um, at tykkum skal gangast væl og at fiski eydnan framhaldandi fylgir tykkum.

Takk fyri.