Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.03.2026 16:00

Skøltur funnin á parkeringsplássinum

Tað var ein óhugnalig sjón sum fólk í Fuglafirði møttu sunnudagin 1. mars.

Hendan dagin sóu fólk, at ein menniskjaskøltur lá inni á parkeringsplássinum hjá samkomuni Siloa í Fuglafirði. Beint niðanfyri sjálvan kirkjugarðin.

Entreprenørfyritøkan Spf Voyt úr Saltangará hevur í eina tíð arbeitt við at útbyggja tann elsta partin av kirkjugarðinum í Fuglafirði. 

Í hesum sambandi er komið niður á gamlar gravir og kistur, har yngstu gravirnar eru frá 1928. 

Tá ið soleiðis er, verður alt tílíkt tilfar og beinagrindir, samlað saman og goymt burtur á tryggum stað. 

Keðiliga veðrið sum hevur verið í ár, har tað hevur bæði regnað og kavað, hevur tarnað arbeiðinum nakað og hevur arbeiðið tískil ligið stilt eina tíð.

Fólk í Fuglafirði høvdu hendan dagin fyrst í mars lagt til merkis, at nakrir unglingar vóru inni í kirkjugarðinum, og hava teir har møguliga skavað og grivið inni í sjálvum gravarbakkanum. Og er tað nokk hagani, at skølturin er funnin og síðani endaður á vegnum.

Eysturoyarportalurin skilir, at løgreglan varð boðsend, og síðani er skølturin goymdur burtur, og arbeiðisøkið er nú sperrað av fyri øllum óviðkomandi.

Viðvíkjandi arbeiðinum í gamla kirkjugarðinum

Søgn er, at leirvíkingar sum doyðu av svartadeyða, vóru grivnir í útsynningshorninum í gamla kirkjugarðinum, sum nú er grivin burtur.

Enn er ein lítil partur av gamla kirkjugarðinum eftir at gravað burtur.

Tjóðsavnið hevur gjørt kanningar av kirkjugarðinum og hava víst honum áhugað, eftir at kanningarnar vístu, at har hevur møguliga ein eldri kirkja einaferð staðið í tíðini.

Og er tí ætlanin, at Tjóðsavnið skal gera nærri kanningar, tá ið grivið verður á hesum staðið um ikki so langa tíð.

Myndir: Eysturoyarportalurin