Tíðindaskriv
Á útgávuni eru 11 løg fylt við anganum av hørðum rokki, sveittandi gittarfingrum og ljóðinum av eyðkendu rokkrøddini hjá Einari Jacobsen, ið sker sum heitur knívur gjøgnum bleytt smør í ljóðmyndini.
Í samband við útgávuna er nú annað staklagið, A Miracle Tonight, til taks á alnótini. Fyrr í ár kom eisini fyrsta staklagið, Flames of evil, út.
Í samband við útgávuna fer bólkurin at spæla runt í Føroyum í apríl mánaða. Hóskvøldið 16. apríl í Dansistovuni í Sørvági, fríggjakvøldið 17. apríl verður útgávukonsert Blábar í Tórshavn og so leygarkvøldið 18. apríl á stóru rokkkonsertini Tungt í Salt í Salt á Drelnesi.
Danski rokkbólkurin, Bloody Dice, við føroyska sangaranum Dagfinn Joensen á odda, fer at spæla saman við Wolfgang til tær tríggjar konsertirnar.
A Miracle Tonight:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/a-miracle-tonight

