Nes kommuna
Á býráðsfundi tann 23. mars varð samtykt at keypa nýtt graslíki til sparkivøllirnar í Saltnesi og úti á Nesi. Kommunan hevði biðið um tvey tilboð. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Ide Møblum, sum er av sama slag, sum er er á nýggja vøllinum á Svangaskarði.Tó eru grasstráiini nakað styttri.
Móti sumri fer kommunan at taka tað gamla av og beina tað burtur, so Ide Møblar kann leggja nýggja graslíki á.
Tað hevur í longri tíð verið eitt ynski um at dagføra sparkivøllirnar, so vit bæði vóna og vænta, at hetta átakið eisini verður við til at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum.
