Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og í morgun.
Í Eysturkommunu fekk sløkkiliðið tíðliga í nátt boð um, at eitt tak av eini bingju, sum stendur á kaiøkinum í Norðragøtu, varð skrætt av og var endað í gamla kirkjugarðinum umleið 100 metur vekk. Og hevði hon gjørt onkrar smávegis skaðar á vegnum.
Eisini hava menn frá sløkkiliðnum í allan morgun gingið og heinta upp smáar plastikk valplakatir, sum antin hava ligið og fokið í vindinum, ella hava verið um at loysnað.
Eisini stórar valpalakatir, sum eru av byggitilfarið, eru loysnaðar og hava eru foknar runt í vindinum í kommununi.










