Tíðindaskriv
Árligi aðalfundurin hjá OM-FØROYAR varð hildin í Skansahúsinum hóskvøldið 19. mars 2026 kl.19:00. Væl av limum vóru møttir til fundin, sum altið er stimbrandi at síggja.
Nýggi leiðarin fyri OM-FØROYAR er Margareth Dalheim Djurhuus, sum býr í Syðrugøtu. Hetta er hennara fyrsti aðalfundur sum leiðari. Hon varð sett eftir Dánjal av Rana, ið var leiðari fyri OM-FØROYAR í 6 ár síðani 2019.
Nevndarforkvinnan, Durita Joenna Jacobsen, bjóðaði vælkomin. Siðani vórðu fundarstjóri og skrivari sett.
Tórheðin Jensen, sum var fundarstjóri, setti fundin við bøn.
Teitur Poulsen av Strondum setti sín góða dám á aðalfundin við fleiri sangframførslum.
Nevndarforkvinnan, Durita, legði fram árligu fundarfrágreiðingina, har limirnir fingu neyva kunning um virksemi í farna árinum 2025, og nýggi OM leiðarin, Margareth Dalheim Djurhuus, kunnaði neyvt um framtíðarætlanir og hvørjir virkismøguleikar eru innan OM, bæði í Føroyum og uttanlands.
Síðani var roknskapurin fyri 2025 lagdur fram av Helenu Olsen, sum í nøkur ár hevur verið knýtt til bókhaldinð hjá OM. Roknskapartølini vórðu hugalig og góðtikin. OM-FØROYAR takkar teimum, sum so trúliga hava stuðla verkinum øll hesi árini, og “vit trúgva, at hetta vil halda fram soleiðis!”
Stutt brot úr tí, sum kom fram á aðalfundinum, tó ikki orðarætt:
Innan OM eru bæði stutttíðar- og langtiðartrúboðarar, og øll hesi hava tørv á stuðuli bæði í forbøn og í praksis.
Í 2025 vóru 391 føroyingar við á TEEN-STREET í Týsklandi. Av hesum vóru 259 tannáringar. Teen-Street verður aftur í ár í døgunum 31.juli til 08.august. Hetta er lega fyri aldurin 13 – 18 ár. Eins og undanfarin ár verður flogið beinleiðis úr Føroyum til Týsklands. Tey, sum ynskja við flogfari til Týsklands eiga at gera skjótt av at tryggja sær pláss. Brúk er fyri nógvum hjálparfólki á Teen-Street.
Í februar mánaða í ár varð OM-UNGMANNAFELAG sett á stovn. Formaður í felagnum er Olaf Olsen Sundstein, búsitandi í Søldarfirði. Felagið roynir at fáa limaskap í FUR (Føroyskt UngdómsRáð). Formaðurin, Olaf Olsen Sundstein, metir, at limaskapurin vil gagna OM-FØROYAR. Fleiri kristiligir felagsskapir eru limir í FUR.
Nevndarlimir í OM-ungmannafelagnum: Olaf Olsen Sundstein, formaður – Eyðun J. Tausen, skrivari – Hjalmar Gregersen, kassameistari – Ragnhild K.Sharp og Óli Gregersen.
OM blaðið kom tíverri ikki út í 2025, men nú er nýggja blaðið komið. Har eru nógv stimbrandi tíðindi at lesa, og eisini hvørjir virkismøguleikar eru innan OM á altjóðastøði.
STÓRTÍÐINDI
Stórtíðindini á aðalfundinum var, at trúboðaraskipi LOGOS HOPE (gamla Norrøna) vitjar í Føroyum í døgunum 27.august til 07.september. Nógv fyrireikingararbeiði er í samband við vitjanina av Logos Hope; øll hjálp er vælkomin. Um ein ynskir at veita hjálp, er ein vælkomin at ringja á telefon: 219923 ella senda boð: info@om.org
Logos Hope kemur at liggja á Havnini 27.aug. – 02.sep. og í Klaksvík 02.sep. – 07.sep.
TOYMISFERÐIR
Upplýst varð á aðalfundinum, at toymisferðir verða gjørdar í summar til Fraklands og Moldova. Toymisferð er eitt átak, har gleðiboðskapurin um Jesus er í fokus.
Súsanna og Grímur Joensen úr Havnini og Jóhanna Hendriksdóttir Olsen, Lamba, hava mynstrað umborð Logos Hope, og koma at vera við ávíkavist tveir og tríggjar mánaðir.
At OM-FØROYAR hevur fastar limir er av stórum týdningi. Tí er málið í dag at koma upp á 500 limir í nærmastu framtíð. Øll eru vælkomin at tekna seg sum lim í OM-FØROYAR.
Gott hevði verið um fleiri mánaðarligir stuðlarar vóru, sum t.d. stuðlaðu við 200 – 300 krónum um mánan. Hetta vildi hjálpt munandi í dagliga virkinum.
Aðalafundurin endaði við hugnaløtu og práti afturvið einum drekkamunni, og síðani var bønarløta, har biðið var fyri tí, sum kom fram á fundinum.
