Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 16:28

Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line í 2025

Tíðindaskriv/ Smyril Line

Smyril Line hevði eitt gott fíggjarligt úrslit í 2025. Avlopið var 147 mió. eftir skatt, sum er góðar 20 mió. hægri enn í 2024. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið, sum er í samsvari við væntanirnar fyri árið.

“Úrslitið fyri 2025 vísir, at okkara virksemi er støðugt og væl skipað, eisini undir avbjóðandi umstøðum. Samstundis vísir tað, at vit taka okkara ábyrgd fyri álítandi flutningi millum Føroyar, Ísland og Evropa í álvara. Hetta sæst eisini aftur í teimum íløgum, sum vit gera í skip og infrastruktur,” sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri.

Smyril Line er í støðugari menning 

2025 var merkt av geopolitiskari óvissu og vaksandi kostnaðartrýsti. Prísvøkstur, nýggj umhvørvisgjøld og hækkað almenn gjøld frá íslendskum, føroyskum og evropeiskum myndugleikum ávirkaðu raksturin. Hóast hetta styrkti og víðkaði felagið sítt virksemi á bæði farma- og ferðafólkaøkinum. Hetta er eitt úrslit av miðvísum arbeiði við rakstrarstýring og áhaldandi betran av virkseminum. 

Íløgur í framtíðina

Í 2025 varð framhaldandi arbeitt við strategiskum verkætlanum, herundir menning av virkseminum, útbygging av infrastrukturi og bygging av tveimum nýggjum farmaskipum. Hesar íløgur eru liður í at styrkja langtíðar kappingarførið og skulu tryggja, at felagið framhaldandi kann veita trygga og álítandi flutningstænastu.

Skipini koma í rakstur seinni í ár, og felagið fyrireikar seg samstundis til næsta stig í endurnýggjanini av flotanum. Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd, millum annað konsept- og designkanningar í samband við eitt møguligt nýtt ferðafólka- og farmaskip. Arbeiðið er enn á byrjanarstigi.

Sum liður í langtíðar fíggjarætlanini metir felagið javnan um ymiskar fíggingarmøguleikar, herundir møguliga atgongd til kapitalmarknaðir, eitt nú í sambandi við eina møguliga børsskráseting.

Útlit fyri 2026

Virksemið verður væntandi á sama støði í 2026. Tó eru framvegis ávísar óvissur knýttar at altjóða búskaparligu gongdini, brennievnisprísum og politiskum viðurskiftum, sum kunnu ávirka raksturin. 

Smyril Line fer framhaldandi at leggja stóran dent á trygd og skynsama kostnaðarstýring, samstundis sum felagið ger málrættaðar íløgur, ið skulu styrkja kappingarførið og harvið tryggja álítandi flutning í Norðuratlantshavi.

Vegna Smyril Line,  Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri

Spjaldur