Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2026 14:08

Tann góði arbeiðsmarknaðurin – politiskur kjakfundur í Finsen

Tíðindaskriv/ Fakfelagssamstarvið

Nú løgtingsvalið av álvara nærkast er umráðandi at umrøða arbeiðsmarknaðarmál, ið hava týdning fyri allar okkara 8.000 limir. Í hesum sambandi hevur Fakfelagssamstarvið boðið umboðum úr øllum politisku flokkum at luttaka í einum kjakið um tann góða arbeiðsmarknaðin.

Vit fegnast um sýndan áhuga og síggja fram til eitt gevandi orðaskifti. Hervið vil Fakfelagssamstarvið bjóða limum og øðrum politiskt áhugaum á gátt í Avluni í Finsen 

mikukvøldið 18.mars kl.19.00.

Orðstýrari verður Rógvi Olavson

Vit bjóða kaffi og okkurt leskiligt aftur við.

Politisku umboðini verða hesi:

Ruth Vang, Framsókn

Sirið Steenberg, Tjóðveldi

Jenis av Rana, Miðflokkurin

Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin

Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin

Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin

Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri

Tiltakið verður eisini stroymt, sí leinki:

Møtið fjølment!