Tíðindaskriv/ Landssjúkrahúsið
Nú løgtingsvalið stundar til, bjóðar Landssjúkrahúsið til valfund mánadagin 16. mars kl. 15.
Evnini, sum uppstillaðu valevnini fara at kjakast um, er evni, sum viðvíkja føroyska sjúkrahúsverkið og heilsuverkið:
• visiónir og raðfestingar fyri sjúkrahúsverkið komandi valskeið
• og framtíðartrygging av arbeiðsmegi, góð arbeiðsviðurskifti og burðardyggari menning í Sjúkrahúsverkinum
Politisku flokkarnir eru allir umboðaðir í valfundinum og høvið verður hjá áhoyrarum at seta valevnunum spurningar.
Óluva Zachariasen kemur at stýra kjakinum.
Valfundurin verður hildið í Veitsluhøllini á Eirargarði 7. Øll eru vælkomin.
