Grein
Fyri tíggjundu ferð verður altjóða kvinnudagurin hátíðarhildin í Fuglafirði við einum samfelagsliga viðkomandi tiltaki. Samstundis verður ein Brita kosin fyri fimtu ferð. Í ár ber tiltakið heitið “Heimur, hvussu livir tú?” – ein spurningur, sum rakar beint inn í samtíðina.
Sunnudagin 8. mars letur Mentanarhúsið dyrnar upp klokkan 14, og sjálvt tiltakið er frá kl. 15 til 17. Eftir tiltakið verður møguligt at síggja hondbóltsdystin millum Føroyar og Portugal saman við øðrum kvinnum.
Heimur í brotasjógvi
Evnið í ár tekur støði í einum heimi, sum kennist í ójavnvág. Dagliga streyma tíðindi um kríggj, politiskan ófrið og ágang oman yvir okkum úr skíggjunum. Trump, Putin og Epstein fylla miðlameldurin, og kjakið er meira polariserað enn nakrantíð. Men hvat ger hetta við okkum sum menniskju? Hvussu ávirkar tað felagsskapin, demokratisku spælireglurnar og stríðið fyri javnstøðu?
Solby Christiansdóttir verður orðstýrari og fer at leiða tvey sofakjak við gløggum kvinnum. Í fyrra kjakinum luttaka Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, og Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur. Saman seta tær orð á, hvussu hetta ávirkar okkum – bæði einstaklingin og samfelagið.
Umsorgan er ein íløga
Seinna sofakjakið snýr seg um umsorgan og búskap – eitt øki, sum er undir stórum trýsti. Tørvurin økist, starvsfólk mangla, og sparingar hótta. Men ber til at føra politikk og skipa búskap uttan at taka hædd fyri tí, sum heldur lív í samfelagnum? Eru íløgur í umsorganarbúskapin ikki júst íløgur í framtíðina?
Í hesum kjakinum luttaka Elsa Berg, borgarstjóri, Katrin Kallsberg, lækni og fyrrverandi politikkari, og Barbara Gaardlykke Apol, samfelagsfrøðingur.
Umframt kjak og kjarnuevni verða eisini kveikjandi hugleiðingar frá Anne Mette Greve Klemensen, presti, og Rønn Eliasen, mentanarleiðara.
Tónleikur, skemt og ársins Brita
Eitt slíkt kvøld hevði ikki verið fullfíggjað uttan mentanarlig íkast. Lena & Niclas fara at syngja og spæla, Elisa Vang syrgir fyri látrinum, og sjálvandi verður ársins Brita kosin.
Niels Café letur upp tíðliga, so gestir kunnu fáa sær okkurt søtt og gott til góman.
Hondbóltur og ókeypis bussur
Tá skráin endar klokkan 17, verður hondbóltsdysturin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Portugal vístur. Tá kunnu vit fagna okkara framúrskarandi hondbóltskvinnum saman í góðum felagsskapi.
Demokratia verður til staðar á tiltakinum, tí tað hevur týdning at fáa kvinnur at stilla upp til valið. Demokratia skipar eisini fyri ókeypis bussi úr Havn og aftur. Tað er tó neyðugt at bíleggja pláss í bussinum á mh.fo. Farið verður av Bursatanga kl. 13.45, og bussurin koyrir úr Fuglafirði beint eftir hondbóltsdystin, væntandi millum kl. 18.15 og 18.30.

